Útgivin 24. november 2026

Heildarætlanin fyri vitlíki í Føroyum

Føroyar hava fingið sína fyrstu heildarætlan fyri vitlíki við 14 ítøkiligum átøkum fyri 2027–2030. Her á síðuni greiða vit í Vitlíkisstovuni frá, hvat stendur í ætlanini, hvussu hon stendur seg samanborin við onnur lond, og hvat hon merkir fyri títt arbeiðspláss.

Skeið og ráðgeving í vitlíki til smáar fyritøkur

Fer nógv tíð hjá tykkum til at skriva tilboð, svara fyrispurningum og fáa gerandisuppgávur frá hondini? Á einum skeiði hjá okkum arbeiða starvsfólkini við tykkara egnu uppgávum. Tey læra at fáa eitt gott fyrsta uppkast við vitlíki og at kanna prísir, freistir og orðingar kritiskt, áðrenn nakað fer út til kundan.

Ivast tit í, hvar tit skulu byrja, hjálpa vit tykkum at finna røttu uppgávurnar, velja hóskandi amboð og seta greiðar reglur fyri dátur.

Á blogginum hjá Vitlíkisstovuni

Heildarætlanin í stuttum og mín meting

Kann vitlíki hjálpa, tá ið onkur gevur avboð til eina vakt, ella tá ið ein borgari leitar eftir røttu tænastuni á Vanganum? Gjaldstovan mælir til at royna bæði.

Les metingina hjá Gunnleygi á blogginum →

Almenna síðan

Heildarætlanin hjá landinum

Les heildarætlanina á vitliki.fo ↗

Bert fyri starvsfólk á almennum stovnum

Copilot-skeið hjá Gjaldstovuni

Starvast tú á einum almennum stovni, kanst tú melda teg til hesi skeið gjøgnum Gjaldstovuna. Gjaldstovan býður skeiðini, og Vitlíkisstovan undirvísir. Tú arbeiðir við tínum egnu uppgávum og lærir ein arbeiðshátt, sum tú kanst brúka beinanvegin aftan á.

Copilot Chat

Vel hetta skeiðið, um tú brúkar kjattið við tíni vanligu Microsoft 365-kontu. Tú lærir at orða uppgávuna greitt, geva røttan samanhang og kanna svarið kritiskt.

Copilot Business

Vel hetta skeiðið, um tú hevur eyka haldið Copilot Business. Tú lærir at brúka Copilot beinleiðis í Word, Outlook og øðrum Microsoft 365-forritum.

Ókeypis vegleiðingar

Íblástur til títt egna yrki

Vel títt øki niðanfyri. Í hvørjari vegleiðing finnur tú ítøkilig dømi úr gerandisdegnum, sum tú kanst royna beinleiðis.

Fundarvinur frá Vitlíkisstovuni

Fá greiða fundarfrásøgn við Fundarvini

Tá ið øll á fundinum hava játtað, letur tú Fundarvin upp á telefonini, leggur hana á fundarborðið og byrjar upptøkuna. Tú kanst eisini taka fundin upp beinleiðis á telduni.

Tá ið fundurin er liðugur, goymir tú upptøkuna, og Fundarvinur ger ein greiðan samandrátt á føroyskum. Har sært tú beinanvegin, hvat tit avtalaðu, hvør hevur ábyrgd av hvørjum, og hvørjar freistir tit settu.

Bið um at royna Fundarvin →

Skulu vit hjálpa tykkum í gongd við vitlíki?

Skriva til okkara og fortel í stuttum, hvat tykkara stovnur ella fyritøka fæst við. Vit kunnu hjálpa tykkum at finna fyrstu uppgávurnar, leggja eina skilagóða ætlan og geva bæði leiðslu og starvsfólkum tryggan førleika at brúka tøknina.

Hagtøl og farspor

Vit brúka Google Analytics til at telja vitjanir og síggja, hvørjar leinkjur fólk velja. Tú kanst broyta títt val her.